Tvey av tíggju gullheiðursmerkjum vóru vunnin av skjúttunum.
Føroysku skeet-skjúttarnir vunnu Føroyum fyrsta gullheiðursmerkið á leikunum. Hetta var í kappingini fyri lið. Føroysku trap-skjúttarnir vunnu bronsuheiðursmerki dagin eftir, somuleiðis í liðkappingini. Men hetta var ikki alt, Marius Joensen megnaði at vinna gull í einstaklingakappingini í skeet-skjóting. Hann vann eina sera spennandi kapping við einum stigi framman fyri nr. 2.
Tá skjótilandsliðið kom aftur, var stórfingin móttøka í Eydnuni á Oyrarbakka, sum Sunda Byrsufelag og Sunda Kommuna skipaðu fyri. Á móttøkuni vóru fleiri heiðursrøður m. a. vóru at hoyra forkvinnan í mentanarnevndini í Sunda Kommunu Thordis Dahl Hansen, fyrrverandi løgmaður Edmund Joensen og formaðurin í skjótisambandinum Jonhard Klettheyggj.
Oyggjaleikaskúttarnir vóru í skeet Sámal Debes og Marius Joensen báðir úr Sunda Skjótifelag. Skjúttarnir í trap vóru Esmar Andreasen úr Veiðifelagnum Byrsumúla og Ragnar Streym úr Sunda Byrsufelag.