Stórfingin kirkjukonsert

100 ára haldið í Vági hevur verið alla farnu viku og fríggjadagin var stórfingin kirkjukonsert í Vágs Kirkju

Vágs Kommuna er 100 ár og tiltøk hava verið í hópa­tali alla vikuna. Leygardagin byrjaði tað við almennum morgunmatarborði við al­­skyns undirhaldi og á kvøldi var kvøldseta og dans­ur.

Fríggjadagin vóru mong tiltøk, m.a. spurnarkapping og sangløtur og ein stór kirkju­konsert í Vágs Kirkju. Eini 500-600 fólk høvdu leitað sær í Vágs Kirkju til konsertina, sum kirkjuráðið tók stig til og sum Tórður Poulsen samskipaði.

Hjalmar Magnussen, Magni Christiansen, Lisa Frederiksberg og Heini Lützen leiktu í nevndu rað­fylgju. Heini og Magni sum einstaklingar, meðan Hjalm­ar og Lisa høvdu tónleikarar afturat sær.

Hjalmar var lokala inn­leggið á konsertini, og legði fyri, og við sær hevði hann Trónd Enni og Dagfinn Olsen. Teir spældu bæði kent tilfar, so sum Vovið av Guði, og nýtt upprunatilfar hjá Dagfinni.

Hjalmar, ið er kendur sang­ari í Suðuroynni, men sum kring landið helst er kendast sum maðurin, i syngur Vovið av Guði á fløg­­uni Vælskapt Brek, kom sera væl frá sang­fram­førsluni.

Framførslan hjá hesi trio var sermerkt við, at mann­ingin í teimum 5 løgunum leikti fleiri ymisk ljóðføri, so sum gomlu urguna í kirkj­­uni, klaver, guitar, bass, mandolin, harmoniku, horn og ukulele.

Magni Christiansen trein síðani fram vi guitari, hatti og undirløgdum tónleiki og hann gjørdi beinanvegin greitt, at hann vildi hava fjøld­ina við og hann dugdi eisini væl at framføra og at fáa fjøldina við sær.

Talan var um rættan coun­trytónleik og Magni sang væl og á skránni vóru sang­ir, ið eru kendir frá fløgum hansara. Terji Vestergaard sang við Magna.

Lisa Frederiksberg kom síð­ani fram gólvið saman vi tónleikarum og hon sang sera væl, og saman við tón­leikarum sínum hevði Lisa eina góða og inniliga kon­sert.

Lisa dugdi eisini væl at samskifta við áhoyrararnar.

Heini Lutzen skuldi seta punktum og tað gjørdi hann við góðari rødd og góðum guitarspæli. Hann hevði eina góða og trygga fram­førslu, har m.a. frálíku út­­setingarnar av sálmum hug­tóku.

Heini prógvaði sína góðu rødd og sítt frálíka guitarspil og setti eitt virðiligt punkt­um, innan Patrick de Neer­gaard, prestur, takkaði fyri og fjøldin sang “Nú dagurin at enda er“, meðan høvuðs­nøvnini á konsertini sungu fyri, og ein stórfingin løta í Vágs Kirkju var at enda komin.