Eitt sum eyðkennir framsýningarnar hjá Birgar Johannessen í SMS, er at tey vitjandi hava hug at gloyma seg sjálvi burtur í tí tey síggja. Har er so nógv ymiskt sum fær ein at hugsa um farnar dagar. Í ár vóru umleið túsund áhugaverdar gamlar myndir, eisini vóru gomul donsk myndabløð frá 60-unum, gamlar øl- og sodavatnsfløskur, modellbilar o.m.a. Miðskeiðis í framsýningini stóð ein eftirgjørdur kassabilur frá 60-unum. Bilurin bleiv gjørdur til Lona-veitsluna, sum var fyri nøkrum árum síðan. Hann er gjørdur eins og kassabilarnir vóru tá í tíðini. Saman við framsýningini hjá Birgari skipaði fótbóltsfelagið B36 fyri køkutombola.