Tíðindaskriv
Leygardagin verður stevnubingo, súkklukapping og sjavsur. Ein listaframsýning letir eisini upp. Báðar dagarnar verður tivoli, hoppiborg, hamaraslag o.a. Møguleiki verður at syngja saman leygarkvøldið. Kvøldið endar við dansi, har tann sera vælumtókti bólkurin All That Rain spælir. Skipað verður soleiðis fyri, at bussur koyrir úr Steinatúni í Havn klokkan 22:30 og heim aftur eftir dansin.
Sunudagurin byrjar við gudstænastu. Kappróðurin byrjar klokkan 15.00. Róð verður 1000 og 1500 metrar. Eftir kappróðurin verður ymiskt at fara til. Skemtidystur verður millum skálakonur og strandakonur.
Og børnini hava strandingar eisini hugsað um. Angela úr sendingini Fres og klovnurin Hanniball koma at undirhalda. Eingin stevna utta vørutombola og eydnuhjól, sum eisini verður á skránni.
Og ein stevna er ikki bara tað sum stendur í skránni, hon er so nógv annað. Hon er prát, hon merkir at fólk koma á gátt, sum annars ikki koma á gátt. Hon merkir samanhald og gleði.
Og stevnan endar við einum útimøti, sum missiónshúsið skipar fyri.