Stórfingið verk í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld

Í annaðkvøld verður stórfingna verkið, Ein Deutsches Requiem?, at hoyra í Norðurlandahúsinum Í annaðkvøld klokkan 19 fara Føroya Symfoniorkestur og kór Føroya Symfoniorkesturs at framføra stórfingna verkið, ?Ein Deutsches Requiem?, eftir Johannes Brahms. Tað verður Bernharður Wilkinson, sum stjórnar.

Messan er í sjey pørtum, og víkir soleiðis frá traditionellu katólsku messunum, sum vanliga eru í fimm pørtum. Teksturin er ikki vanligi latínski messu teksturin, men Brahms hevur sjálvur valt tekstin burtur úr Bíbliuni.

Ein Deutsches Requiem er høvuðsverkið hjá Brahm, og við hesum verkinum fekk hann sítt veruliga frambrot í 1868. Messan var frumframførd í Leipzig tann 18.februar 1868 og tá var tað Carl Reinecke, sum stjórnaði Gewandhaus-orkestrinum, kóri og solistum.

Tveir solistar eru til framførsluna leygardagin og tey eru Sarah Fox og Ágúst Ólafsson.

Sarah Fox hevur verið solistur í fleiri av fremstu orkestrum í Onglandi, so sum Royal Philharmonic Orchestra og BBC Symfoni Orchestra. Hon er virkin solistur og hevur verið á konsertferðum víða um, bæði í Evropa og USA. Eisini hevur hon sungið fleiri kendar operuleiklutir sum t.d. Zerlina í Don Giovanni og Hyacintus eftir Mozart. Sarah hevur vunnið fleiri virðislønir, nevnast kunnu Kathleen Ferrier virðislønina og John Christie virðislønina frá Glyndebourne, sum hon vann í ávíkavist 1997 og 2000. Komandi ár skal Sarah framføra kendar sangleikutir sum Susanna í Brúdleypi Figaros eftir Mozart saman við Glyndebourne Opera og høvuðsleiklutin í operuni Arianna Creta eftir Händel í Reisopera í Hollandi.

Hin solisturin, Ágúst Ólafsson, hevur sungið fleiri kendar leiklutir í operum, eitt nú leiklutir sum Don Giovanni í Brúdleypi Figaros eftir Mozart og Don Carlos í operu eftir Verdi. Hann hevur havt solokonsertir í Íslandi, Noregi, Svøríki, Finlandi og Týsklandi. Eisini í Føroyum hava vit hoyrt hann fleiri ferð, m.a. í Mozart Requiem, sum Føroya Symfoniorkestur og Kór Føroya Symfoniorkesturs framførdu á vári í 2006.