Tað var nógv at gleðast um í Gundadali í dag. Nógvir áskoðarar, og ein lívligur og undirhaldandi dystur, sum endaði við einum málríkum 3-3 javnleiki, sum bæði liðini kunnu liva við.
Men tann størsta løtan var uttan iva í steðginum, tá ungir spælarar hjá bæði HB og B36 komu inn á vøllin saman, heilsaðu uppá hvønn annan, og saman mótmæltu tey tí happing, sum fer fram í samfelagnum.
Í hátalaranum í Gundadali hoyrdust venjarar, fótbóltsspælarar, politikkarar og kend fólk geva til kennar, at tey eru eisini hart ímóti happing.
Undir greinini ber til at síggja og hoyra ta hátíðarligu løtuna í steðginum í dystinum. Hetta gerst við at trýsta á kykmyndina undir greinini. Tá liðini komu á vøllin høvdu allir spælararnir eisini eina t-skjúrtu við bæði HB og B36 búmerkinum, har feløgini saman mótmæla tí happingini, sum fer fram í samfelagnum.