Stórfilmur um The Beatles áveg

George Harrison: Living In The Material World er heitið á nýggja filminum hjá Martin Scorsese um heimsins størsta tónleikabólk nakrantíð - nevniliga The Beatles.

 

Men sum heitið eisini avdúkar, so verður ljós varpað á George Harrison og søgan søgd út frá hansara sjónarmiði.

 

Tann tiltikni Hollywood framleiðarin og tónleikaelskarin, Martin Scorsese, bjóðar nú til eina 3 tímar og 20 minuttir langa ferð aftur í tónleikasøguna at vitja helst tann best umtókta bólkin nakrantíð.

 

Filmurin verður frumsýndur mánadagin 24. oktobur kring heimin.

 

Filmurin kemur á marknaðinum sum DVD 22. november.