Stórfelag vildi hava Jóan Símun

Oddaliðið í Superliguni vildi hava føroyingin, men enn einaferð legði OB fótin fyri.

Jóan Símun Edmundsson og OB draga ikki eina línu í løtuni. Einki spurdist burturúr sáttmálasamráðingunum ímillum partarnar báðar, síðani varð føroyingurin settur eftir við hús, meðan viðleikararnir fóru á venjingarleguni, og nú – omaná tað heila – hevur OB forðað fyri, at hann slapp at skifta til eitt størri felag.


Tað bleiv heldur rokaligt fyrradagin, tá seinasti møguleiki var fyri at fáa eitt skifti upp á pláss. Hetta avdúkar umboðsmaðurin hjá Jóan Símuni, Michael Bolvig, í samrøðu við fyens.dk.


Les eisini: Fleiri vildu hava Jóan Símun


- Útlendska felagið kom við einum boði um morgunin, og hetta boðið gekk OB eisini við til. Vit bóðu felagið um trygd fyri at, at boðið, ið tað hevði givið, var ein nettoupphædd. Hetta sást nevniliga ikki í boðnum. Hesa trygdina vildu teir ikki geva okkum, og tí fór sølan í vaskið, sigur Michael Bolvig.


Nú stóðu Jóan Símun Edmundsson og umboðsmaður hansara nærum aftur á berum, men so var tað brádliga eitt danskt felag, ið vísti áhuga.


- Hetta var eitt betri boð enn tað, ið OB longu fyrr á degnum var gingið við til frá tí útlendska felagnum, men nú vildi OB ikki ganga við til tað, greiðir Michael Bolvig frá.


Fyens.dk sigur seg skilja, at felagið, ið vildi keypa Jóan Símun Edmundsson, var oddaliðið í Superliguni, FC Midtjylland.


Um orsøkina til at felagið ikki valdi at selja Jóan Símun til danska felagið, segði ítróttarstjórin í OB, Jesper Hansen, í gjár við ob.dk, at Jóan Símun sjálvur hevur eitt brennandi ynski um at sleppa uttanalands, og at hetta allatíðina hevur verið útgangsstøðið. Harvið letur til, at OB ikki hevur hug at taka nakra ábyrgd av, at skiftið fór í vaskið.


Les eisini: Jóan Símun skilir ikki avgerðina


Í samrøðuni avdúkar Michael Bolvig eisini, at ítróttarstjórin í OB hevur sagt, at um tað ikki eydnaðist Jóan Símuni at finna sær eitt annað felag í januar, so kundi hann ikki vænta sær at fáa spælitíð í vár fram ímóti at sáttmáli hansara gongur út í summar.


Michael Bolvig sigur seg vóna, at Jóan Símun hóast tað fær ein møguleika eins og hinir at sleppa á liðið, og Jóan Símun Edmundsson hevur eisini áður sjálvur sjálvur sagt, at hann – eins og hann altíð hevur gjørt – er tilreiðar at geva alt fyri OB.


Fyrsti dystur hjá OB eftir vetrarsteðgin verður 11. februar á heimavølli ímóti FC Helsingør. Tann dysturin byrjar kl.13.00 føroyska tíð og verður vístur beinleiðis á TV3 Sport 1.