Tað hevur gingið væl hjá 25 ára gamla Crystal Palace leikaranum, Wilfried Zaha, í seinastuni. So mikið væl, at enskir miðlar nú seta leikaran í samband við fleiri stórfeløg, sum vilja hava fatur á leikaranum tá flytingarvindeygað í fótbólti letur upp aftur 1 januar.
Fyri fáum árum síðani var Wilfried Zaha annars í einum toppfelagið, har hann tó ongantíð av álvara fekk møguleikan at prógva seg. Tað var í Manchester United, har kviki vongspælarin bert var skrásettur fyri tveir dystir á besta liðnum hjá Manchester United í tíðarskeiðnum frá 2013 til 2015.
Men nú sær út til at Wilfried Zaha skjótt aftur fer at royna seg í einum stórum felagið. Millum feløgini, ið vísa stóran áhuga fyri Wilfried Zaha eru Arsenal, Manchester City og Chelsea. Av teimum tykist Arsenal at vísa størst áhuga, har ætlanir eru um at Wilfried Zaha skal avloysa Alexis Sanchez, ið helst fer úr Arsenal í summar.
Fleiri av stóru profilunum í Premier League hetta kappingarárið, hava verið leikarar, sum hava verið í somu støðu sum Wilfried Zaha, at teir fyrr hava verið vrakaðir í enskum stórfeløgum. Millum annað hevur Mohamed Salah, Kevin De Bruyne og Romelu Lukaku allir verið vrakaðir í Chelsea. Tí kann tað væl hugsast, at Wilfried Zaha, kann gerast eitt gott keyp.










