Stórfeløg fingið keypsbann

Tey stóru Madrid-feløgini sleppa ikki at skráseta nýggjar leikarar í longri tíð.

Tey bæði stóru Madrid-feløgini í La Liga, Real og Atlético, sleppa ikki at skráseta nýggjar leikarar komandi tveir flytingargluggarnar. Tað skrivar FIFA á heimasíðu sínari í dag.


Dómin fingu feløgini longu í januar, men bæði tvey valdu at kæra dómin. Hann er nú vorðin staðfestur, og feløgini mugu tí klára seg við verandi spælaratilfari í hálvt annað ár.


Orsøkin til dómin er tann, at Real og Atlético ólógliga hava keypt og skrásett leikarar sum vóru undir 18 ár. Umframt keypsbannið hava feløgini fingið 8 mió. kr. í bót.