Stóreldur í San Fransisco

Í minsta lagi fimm bygningar standa í ljósum loga í miðbýnum í amerikanska stórbýnum San Fransisco, og nógvur vindur ger sløkkiabeiðið trupult.

Myndugleikarnir siga, at eldurin kyknaði í einum íbúðarhúsum um áttatíðina í gjárkvøldið okkara tíð. Hann breiddi seg skjótt til grannabygningarnar, og tveir tímar seinni var eldur í fimm bygningum. Tveir av bygningunum eru íbúðarhús, men tað er ógreitt, um øll sluppu út.

120 sløkkiliðsmenn royna at fáa tamarhald á eldinum. Tann nógvi roykurin sæst um allan býin.