Stórdysturin verður í Klaksvík

Í dag verður avgjørt, hvørji fýra kvinnulið skulu spæla hálvfinalu í steypakappingini.

Lutakastið lagaði tað soleiðis, at AB og KÍ hittast í fjórðingsfinaluni. Í fjør spældu hesi bæði liðini finalu, sum tær á Argjum vunnu 2-1.

Soleiðis sum gongdin hevur verið í landskappingini higartil í ár, so er tað ikki burturvið at siga, at talan seinnapartin í dag væl kann verða um moralska finalu í Klaksvík, har fyrsta bríkslið verður klokkan 14.00.

 

Fjóðringsfinalur í steypakappingini hjá kvinnum:

KÍ-AB: Alex Troleis kl. 14.00

Skála-EB/Streymur: Kristian S. Petersen

Víkingur-MB: Dia Lamhauge kl. 15.00

B36-B68/NSÍ: Jákup L. Stenberg kl. 15.00