Stórdystirnir bíða

-

Í steypakappingini hjá kvinnunum varð lutur kastður um dystirnar fríggjadagin, og á pappírinum slapst í øllum førum undan, at nøkur a sterkastu liðunum hittast alt fyri eitt.
Av teimum 12 liðunum, sum skulu kappast um steypið, skulu átta teirra taka lut í fyrsta umfarinum. Vinnararnir av teimum fýra dystunum her, koma so í fjórðingsfinalunar, har Skála, KÍ, B36 og VB longu eru komin.
Dystirnir í fyrsta umfarinum eru: GÍ-EB/S, B71-AB, Sumba-HB og FSV-B68. Í fjórðingsfinalunum verður leikt soleiðis: Sumba/HB-GÍ/EB/S, KÍ-FSV/B68, Skála-B36 og B71-AB-VB.