Týskvøldið og mikukvøldið verður tað gjørt av, hvørji tvey feløg koma í finaluna í Champions League kappingini í ár. Seinnu hálvfinalurnar verða spældar hesi kvøldini, og tað er framvegis rímiliga opið, hvørji feløg kunnu koma í finaluna. Týskvøldið spæla Villareal og Arsenal í Spania, og Arsenal skal verja 1-0 leiðslu. Tað sama skal Barcelona gera í sínum seinna dysti á heimavølli ímóti AC Milan. Danska TV3+, sum millum annað sæst á Televarpinum, vísir báðar dystirnar beinleiðis.