Sum nógvir dagar í januar, er dagurin í dag ein sannur hondbóltsdagur. Í kvøld vitja hoyvíkingar Kyndil, og hetta er ein sera týdningarmikil dystur á stigatalvuni í Okkara-deildini.
Beinleiðis á FM1: Kyndil - H71 trýst HER
Kyndil eigur í løtuni fjórða plássið, sum gevur atgongd til hálvfinalurnar í kappingini, men eftir sigurin hjá KÍF í gjárkvøldið, er spenningur komin í um hetta plássið. H71 kann hinvegin mest sum tryggjað sær eitt pláss millum tey fýra fremstu við einum sigri í dag, og føroyameistararnir jagstra eisini fremsta plássið í kappingini.
Verður hugt at teimum báðum fyrstu dystunum millum Kyndil og H71, er lagt upp til ein spennandi verjudyst í kvøld. Báðir dystirnir eru endaðir 18-17 til H71, so tað verður spennandi um liðini fáa glið á málskjótingina í kvøld, ella um tað verður enn ein málfátækur dystur.
Kyndil og H71 spæla í Høllini á Hálsi í kvøld klokkan 20.00
Danmark og Noreg dystast um fyrsta plássið - Ísland spælir avgerandi dyst
Stóri dysturin í HM í kvøld er millum grannatjóðirnar Danmark og Noreg. Dysturin verður avgerandi fyri hvør endar á fremsta plássið í bólki C. Vinnarin tekur seks stig við til meginumfarið, meðan bæði liðini fáa fimm stig um tað endar við javnleiki. Dysturin byrjar klokkan 19.15 føroyska tíð.
Í bólki B er støðan hin sama. Her dystast Spania og Kroatia um fyrsta plássið og tey seks stigini, eftir at bæði liðini hava fult stigartal higartil. Spania og Kroatia spæla klokkan 19.30
Í sama bólki jagstrar Ísland ein sigur móti Makedónia. Bæði hesi londini liggja til at einki stig fáa við til meginumfarið, so tey tvey stigini, ið spæld vera um eru sera umráðandi fyri bæði liðini. Ísland og Makedónia spæla klokkan 17.00