Stúrdu fyri útlendskum ferðamanni í Suðurstreymoy

Í gjár brúkti løgreglan yvir níggju tímar upp á eitt mál av eini misskiljing, sum tey kundu verið sloppin undan

 

Í gjármorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá, at tey stúrdu fyri einum útlendskum ferðamanni í einum húsvogni. Boðini ljóðaðu, at húsvognurin hevði staðið í sama stað í eina viku og at einki lív hevði verið til at sæð í honum.

Løgreglan sigur, at tey fóru at kanna málið og tá ið tey hugdu inn, sóu tey ymiskt inni sum kundi bent á, at onkur var inni. Men tey síu ikki í hvønn krót og tískil var lásasmiðjur boðsendur at fáa hurðina upp. Men tað vísti seg, at eingin var inni.

Síðani varð band spent rundan um húsvognin og farið varð at leita eftir ferðamanninum, og um kvøldið varð hann funnin. Tað visti alt væl við, tí hann var bara farin at vitja familju. Hann hevði eisini koyrt við húsvogninum hesa tíðina, men tað hevði fráboðarin ikki lagt til merkis.

Løgreglan sigur, at tey vildu ynskt, at tey, sum koma higar við bili, ella húsvogni, løgdu eitt skelti í rútin við einum telefonnummarið fyri at vísa, hvussu tað fæst fatur á teimum.

Í hesum føri hevði tað spart løgregluni fyri nógv strríð, tí tey í gjár brúktu tey yvir níggju tímar upp á hetta eina málið, og tað vísti seg at vera púra óneyðugt. Og tað kundi verðið sloppið undan øllum hesum, høvdu tey vitað,  hvussu tað fekst samband við eigaran.