DANSUR VIÐ JENS LISBERG´S
Stórdansur við Jens Lisberg´s í Høllini í Trongisvági leygarkvøldið 29.okt. 2011.
Langt er ímillum, at tað eldra ættarliðið í Suðuroynni kann fara út at hugna sær við góðum dansitónleiki. Ein tann mætasti sangari, vit eiga her á landi, er Jens Lisberg. Nú kunnu øll tey, sum elska ein góðan sving om, gleða seg til eitt rimmar dansikvøld við góðum tónleiki.
Jens Lisberg fer at spæla góðan dansitónleik frá síðst í 70´ og 80´ og sjálvandi verður eisini diskað upp við eini ørgrynnu av øðrum góðum og vælkendum dansitónleiki sum hann er kendur fyri at spæla. Miðað verður í móti, at hetta kvøldið verður borðreitt við tí besta av tí besta, og okkurt leskiligt
verður at fáa til keyps.
Teir sum mynda Jens Lisberg´s eru:
Petur Mohr Reinert bass, Sámal Lindenskov el og kassaguitar, Torbjørn Lisberg keyboard og klaver, Heini Fossá trommur, Jens & Marner Lisberg sang.
Eisini verður bólkurin 1448 á skránni. Hesin tónleikabólkurin er mannaður við góðum og dugnaligum løgreglumonnum. Teir fara eisini at borðreiða við góðum undirhaldi og dansitónleiki. So tað er lagt upp til eitt sera spennandi,hugnaligt og stuttligt dansikvøld í høllini í Trongisvági.
Teir sum mynda 1448 eru:
Áki G. Olsen guitar sang, Jan Poulsen trommur ,Oluf Mortensen guitar sang, Jon Klein Olsen bass og sang, Finn Hansen harmonika.
Tað kan ikki sigast annað enn at tað er lagt upp til eins rimmar kvøld við nógvum góvum tónleikarum og dansitónleiki hetta kvøldið.
Atg.merki er at fáa við dyrnar á bert kr.150,- men tær fyrstu 100 stk. Verða seld fyri bert kr. 100,- í EFFO á Tvøroyri
Tey, sum ætlað sær suður norðanfjørðs, kunnu fara við Smyrli kl. 21:00 leygarkvøldið og norður aftur sunnumorgunin kl.08:30. Tað eru sera góðir gistingarmøguleikar umborð, íroknað morgunmat og kaffi/te