Stórdansur í Vági á nýggjárinum

Nýggjárshaldið í Vági er tiltikið fyri at vera stórsligið.

Nógv verður gjørt burturúr, ikki minst við nógvum fýrverki, báli  og kyndlagongu. Síðani sekstiárini hevur nýggjársnevndin í Vági skipað fyri, og er haldið bert vorðið størri, sum árini eru gingin.

Hetta ber filmurin, sum gjørdur er um nýggjárshald í Vági, eisini boð um.

Men eisini tá tað snýr seg um dans á nýggjárinum, verða stór tøk tikin, og vanliga eru sera nógv fólk í dansi á nýggjárinum í Vágshøll og í VB húsinum. Vanliga verður býtt upp, so dansur er fyri ung og tilkomin í Vágshøll, og so er dansur fyri eldri, ella tey sum meira eru til dansitónleik, í VB húsinum.

Í ár fara Showmenn á pall í Vágshøll, saman við Eyðun Nolsøe og Terja Rasmussen. Í VB húsinum fara Hans jacob og Vinmenn á pall.