Stórdansur á Strondum leygarkvøldið

Leygarkvøldið bjóðar Strálan fyri stórdansi á Strondum við bólkinum Bridge. Bridge er ein dansibólkur við Jonhard Hansen, sang. Arnbjørn Sivertsen guitar. Annfinn Jacobsen, sang. Kartni Fornagarð, bass og Petur Bærentsen, guitar.

 

Fyrr á kvøldinum verður borðhald í Caféteria við búffi og øðrum góðum. Heri Jacobsen sum vit í løtuni kenna frá sendingini Álvaratos hevur undirhaldið.