Stórdansur í Hvalba í annaðkvøld

Í samband við bygdarstevnuna, sum er í Hvalba, verður dansur við Jens Marna í annaðkvøld.

Bygdarstevna er í Hvalba í dag, leygardagin og sunnudagin.  

 

Í dag er nógv ymiskt á skránni, sum vit greiddu frá á In.fo fyrrapartin, og soleiðis verður eisini í morgin og í annaðkvøld, tá kvøldið endar við stórdansi.

 

Stundisliga klokkan 9.30 í morgin verður høvi at lata køkur inn til eina køkukapping, har vinnari verður kosin í Roynhøllini í morgin klokkan 17.

 

Klokkan 9.30 verður fótbóltskapping, U7/U8, og í tímunum millum klokkan 11 og 13 verður bunch í Roynhøllini, har vaksin gjalda 100 og børn 50 krónur.

 

Seinnapartin leygardagin og sunnudagin verður eisini høvi at sigla við Tornado á Hvalbiarfirði, rossaríðing verður undir Roynhøllini, og fótbóltur verður í 3. deild (menn) millum Royn og Víking.

 

Eins og í dag, verður eisini tivoli í Roynhøllini í morgin frá klokkan 14 til 19, og her er mangt ymiskt á skránni.

 

Leygarkvøldið endar við stórdansi í Hvalba við Jens Marna, og byrjað verður klokkan 23.

 

Sunnudagin klokkan 12.30 verður sunnudagsskúli í Vitninum, høvi verður at royna Tornado-bátin í tímunum millum klokkan 14 og 21, og klokkan 18 í morgin verður møti í Vitninum.