Stórdansur á Hálsi í kvøld

Lasse Johansens orkestur og Twilight spæla til dans í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld Lasse Johansen og hansara menn komu til Føroya longu hóskvøldið, fyri at kunna uppliva landið og fólkið í tveir dagar, áðrenn teir fara á pall í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld.

 

Limirnir í norska orkestrinum vitjaðu bæði Rás2 og Kringvarp Føroya ígjár, og er væntandi, at mong fólk úr øllum Føroyum fara at leita sær til Havnar til stórdansin í kvøld.

 

Enn ber til at keypa atgongumerki á www.ab.fo. Tað ber eisini til at keypa atgongumerki á Magn-støðunum við Streymin og í Trongisvági, og á Statoil-støðunum á Argjum, Gundadali, Sørvági og heiman á Sandi.

 

Annars vera atgongumerki seld við dyrnar frá klokkan 22. Tiltakið sjálvt byrjar klokkan 23, tá Lasse Johansen trínur á pallin. Twilight fer á pallin á midnátt, og Lasse Johansen og hansara menn fara aftur á pallin klokkan eitt í nátt. Atgongumerki kostar 250 kr. við dyrnar.