Stórbjargaði og bleiv skaddur

Merkisverd bjarging í avgerandi løtu fekk stóran týdning fyri Svøríki, sum nú er í HM-finaluni.

Andreas Palicka, málverji hjá Svøríki, spældi eitt nú við einari serligari bjarging ein avgerandi leiklut, tá ið Svøríki við 32-26-sigri á Fraklandi í gjárkvøldið spældi seg í HM-finaluna í manshondbólti.

34 ára gamli málverjin, sum spælir við Rhein-Neckar Löwen í Týsklandi, framdi beint undan hálvleikssteðginum eina framúr bjarging, har hann við beininum upp um høvd forðaði bóltinum at fara upp í málhornið.

Andreas Palicka sigur í samrøðu við Aftonbladet, at bjargingin helst hevði sálarligan týdning eftir eina minni góða svenska løtu í dystinum, og liðfelagin, Hampus Wanne, heldur, at bjargingin loypti hvøkk á fronsku mótstøðumenninar.

- Man skilir væl um fransmenn blíva bangnir tá tað kemur ein flúgvandi idiot við fótinum uppi í málhorninum. Tá er tað klárt, at man verður skelkaður, sigur Hampus Wanne við Aftonbladet.

Tað var heldur ikki heilt uttan avleiðingar  fyri Andreas Palicka sjálvan, at hann framdi hesa stórbjargingina, og hann avdúkar, at hann gjørdist gjørdist skaddur í hesi somu syftu sum hann bjargaði.

Hann vil ikki avdúka annað enn at talan er um ein "lower body injury", sum hann orðar seg, men hann væntar, at hann fær lappað seg saman aftur og verður við í HM-finaluni ímóti Danmark sunnudagin kl.16.30.