Stórbardagi í Havn

Sunnumorgunin vórðu tríggir ungir dreingir um seytjan ára aldur sendir á sjúkrahúsið, eftir at teir vórðu álopnir av átta ungum í miðbýnum

 

Vikuskiftið fór ikki afturum bak, uttan at løgreglan og sjúkrahúsið skuldu taka sær av fólki, sum vóru komin illa fyri av harðskapi.

Hesuferð var bardagin meira umfatandi, tí tilsamans ellivu ung fóru til hendurs.

Løgreglan greiðir frá, at sunnumorgunin umleið klokkan fýra kom ein fráboðan um harðskapin. Tríggir dreingir vórðu álopnir av trimum gentum og fimm dreingjum, sum vóru í aldrinum 14-17. Hendingin fór fram í Tróndargøtu, og tað var sambært løgregluni nakað av munnhøggi millum tey ungu, sum elvdi til álopið.

Dreingirnir fingu smáskaðar sum blátt eyga, skursl og blóðsamlingar og vórðu fluttir á skaðastovuni.

Enn er eingin tikin í sambandi við harðskapin, men løgreglan veit, hvør onkur av gerningsmonnum er, og hon arbeiðir framvegis við málinum.