Stórbýir vilja spjaða ferðafólk

Fleiri stórbýir royna nú at spjaða mongu ferðafólkini

Fleiri europeiskir stórbýir gera nú átøk fyri at spjaða mongu ferðafólkini, ið vitja býirnar. Millum býirnar, ið hava so nógv vitjandi, at tað er við at verða ein trupulleiki, eru Barcelona, Venesia, Amsterdam, París og Dubrovnik.


Reuters skrivar, at býirnir ikki vilja avmarka talið á vitjandi, men royna heldur at flyta fólk burtur frá teimum størstu ferðamálunum.

Í Dubrovnik í Kroatia gera tey nú eina app, sum skal geva ferðafólki boð, tá ið ov nógv fólk eru í gamla býarpartinum. Samstundis fáa fólk góð ráð um onnur støð, tey kunnu vitja.

Í Barcelona gera tey nú eina herferð, sum skal seta sjóneykuna á onnur ferðamál enn rambluna og La Sagrada Família. Roynt verður eisini at fáa ferðafólk út um Barcelona at vitja onnur støð í Katalonia.

Ein avbjóðing hjá fleiri býum eru mongu ferðafólkskipini, sum leggja at bryggju. Tá koma knappliga túsundtals fólk afturat í gøturnar. Í Venesia hava tey avgjørt, at ferðafólkskipini skulu ikki leggja at í nánd av Markustorginum. Aðrastaðni vilja tey avmarka vitjanir hjá ferðafólkaskipum.

Eisini í New York gera tey nú kampanjur, sum skulu leiða fólk burtur frá Manhattan og Frælsisgudinnuni.

Umframt at spjaða ferðafólk landafrøðiliga, royna fleiri býir at fáa fólk at vitja aðrar tíðir enn í háárstíð.