Stórbýir huldir í royki

Á oyggjunum Borneo og Sumatra verða stór skógarøki brend fyri at gera pláss fyri landbúnaði, og tann nógvi roykurin ger tað næstan óliviligt í fleiri býum.

Indonesisku myndugleikarnir boðaðu í gjár frá, at teir noyðast at lata fleiri almennar skrivstovur og skúlar á Sumatra aftur, tí tað er ikki verandi har fyri roykinum frá teimum stóru skógareldunum. Á Borneo, sum er undir indonesiskum og malaysiskum ræði, er støðan lítið mætari.

Tann nógvi roykurin ávirkar eisini gerandisdagin í fleiri av teimum stóru býunum har um vegir. Í Singapore og malaysiska høvuðsstaðnum Kuala Lumpur er roykurin so nógvur, at tað ávirkar heilsuna hjá fólki, skrivar Reuters. Indonesisku veðurmenninir hava biðið myndugleikarnar taka stig til at steðga skógarbrenningini, tí hon kann fáa álvarssamar avleiðingar, tá regntíðin kemur í oktober, siga teir.

Bæði í Indonesia og Malaysia hevur roykurin darvað ferðsluni, og fremmand ferðafólk í túsundatali hava avlýst sínar ferðir til tey dálkaðu økini. Harafturat hevur roykurin órógvað flogferðsluna.

Indonesiski forsetin, Susilo Bambang Yudhoyono, hevur lovað at fáa góðseigararnar at gevast við skógarbrenningini, men sambært Reuters hevur hann ilt við at fáa teir lokalu myndugleikarnar at fullføra boðini.