Stóratjørn í vanda

Verkætlanin, ið hevur varð víst fram 16. februar 2006 og skuldi vera liðug í 2011, verður ikki klár enn. Í fyrsta lagið í 2010 verður byrjað upp á verkætlanina. Sostatt er ætlanin í minsta lagi fýra ár seinkað, um hon nakrantíð verður veruleiki. Sum er fæst ongin fígging til Stórutjørn

Longu í 2011 var ætlanin, at fólk skuldu kunna spæla íshokey í Føroyum. Eisini skuldu baðiland og golfvøllur gerast, saman við einari stórari FIFA góðkendari fótbóltshøll. Men fólk skuldu ikki bara hugna sær har. Ætlanin var eisini, at gera stórar bygningar til íbúðir, fyri ikki at gloyma risa hotellini.

Henda risaætlanin er ikki slept, men sum er fæst ongin fígging, og hetta hevur við sær, at ætlanin ikki verður skotin í gongd fyrr enn fíggjarkreppan er hasað av.

- Trupulleikin hjá okkum - tá vit skjótt hava fingið neyðugu loyvini upp á pláss - verður, at finna fígging. Sum er ber ikki til at fáa fígging til byggivirksemi, tí bankarnir, ið hava arbeitt við at fíggja byggivirksemi, hava brent seg so dyggiliga, og tí er fíggingin eitt lukkað land í verandi tíðum, greiðir Bárður Nielsen, stjóri í Stórutjørrn, frá.


Onga dagfesting

Bárður Nielsen vil ikki seta nakra dagfesting á, nær spakin skal setast í.

- Vit hava sett dato á tvær ferðir fyrr, og vit hava sæð, at tað er kiksað, so eg vil undir ongum umstøðum siga nakað, men tað verður ikki fyrr enn um eitt ella tvey ár, at vit kunnu byrja, sigur Bárður Nielsen.

Dagfestingarnar, tá fyrsti spakin til Stórutjørn skuldi setast í, hava verið februar í 2008 og á sumri í 2008. Ongin av hesum dagfestingum hevur hildið, tí neyðugu loyvini ikki vóru komin upp á pláss. Tá ætlanin var lagt fram á fyrsta sinni vóru ábendingar um, at verkætlanin skuldi byrja tíðliga í 2007, men tað var sambært Bárði Nielsen ein sera optimistisk útsøgn. Nú er verkætlanin mestsum lagd á ís, næstu tvey árini.


Mangla byggisamtykt

Hóast arbeiðið við at skaffa byggisamtykt til Stórutjørn er komin rímiliga langt, so eru neyðugu loyvini ikki komin upp á pláss enn.

- Vit rokna við, at neyðugu loyvini verða klár einaferð í vár. Tá hevur ætlanin verið ígjøgnum sjey ymiskar innstansir í skipanini, og tað er ikki nøktandi, metir stjórin á Stórutjørn.


Ikki slept ætlanini

Hóast fígging er ein trupulleiki nú, metir Bárður Nielsen ikki, at hetta er tí, at ætlanin er óforsvarlig.

- Hevði støðan verið normal, so høvdu vit heilt víst havt fígging. Vit hava ongar indikatiónir fingið frá Jákupi á Dul um at steðga ætlanini. Tað er tørvur á einum tílíkum projektið í Føroyum, stórur áhugi hevur verið fyri tí, og tí rokna vit við at finna fígging, so skjótt sum heimsbúskapurin losnar aftur, sigur stjórin á Stórutjørn. Hann leggur afturat, at allir partar arbeiða við at finna eina loysn, men tað verður ikki heilt enn, at møguleiki verður fyri at skaffa fígging til risaætlanina, sum at byrjað við skuldi verða heilt liðug í 2011.


Seinkað fýra ár

Nú vit næstan skriva 2009, er ongin fígging til ætlanina, og eftir øllum at døma verður fyrsti spakin ikki settur í fyrr enn í 2010, um alt gongur væl. Sostatt er Stóratjørn fýra ár seinkað, um ætlanin nakrantíð verður veruleiki.