Tann stóra verkætlanin í Hoyvíkshaganum er útsett umleið eitt ár Upprunaliga var ætlanin, at fyrsta byggistig í teirri stóru ætlanini skuldi vera liðugt á heysti næsta ár, men tað er nú útsett til á heysti 2010.
-Orsøkin er, at tað tekur so langa tíð at fáa neyðugu loyvini, sigur Bárður Nielsen, stjóri í Stórutjørn, við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Leiðslan í Stórutjørn miðar nú eftir at byrja byggingina eina ferð í heyst. Tann fyrsti parturin av Stórutjørn, sum verður liðugur, er ein handilsmiðstøð.
Verkætlanin Stóratjørn fevnir um eitt øki, sum er 600.000 fermetrar til støddar.
Kelda: Kringvarpið









