Stóratjørn søkir eftir stjóra

Føroya størsta verkætlan nakrantíð, Stóratjørn, søkir eftir stjóra, sum skal hava ábyrgd av dagligu leiðsluni og samskipa tey ymsu viðurskiftini Í bløðunum í dag søkir P/f Stóratjørn eftir stjóra, sum skal hava ábyrgd av dagligu leiðsluni og samskipa tey ymsu viðurskiftini meðan byggibúningin og byggingin fer fram.

Viðkomandi skal vera framsøkin, ágrýtin og duga at loysa uppgávur. Somuleiðis skal komandi stjórin ikki vera bangin fyri at átaka sær nýggjar og øðrvísi uppgávur, stendur í lýsingini.

Viðkomandi skal eisini hava royndir og helst útbúgving innan leiðslu- og fíggjarstýring.

Stjórastarvið ikki er tíðaravmarkað, og lønin er sambært nærri avtalu.