Millum hesar stóru verkætlanirnar er bygging av einum nýggjum røktarheimi við Hoyvíkstjørn, ein útbygging av Argja skúla og nýtt ellisheim Yviri við Strond.
Á býráðsfundi í farnu viku vórðu vald umboð fyri býráðið í bygginevndirnar fyri tær báðar fyrrnevndu verkætlanirnar, meðan valið av bygginevndini til ellisheimið verður framt seinni.