Stórarbeiðið í svimjihøllini er byrja

Nú er svimjihøllin í Klaksvík stongd, og hon letur neyvan upp aftur í ár. Stórar umvælingar skulu gerast í høllini

 

Nú er stóra umvælingararbeiðið í svimjihøllini í Klaksvík byrjað. Tað er felagið Kanjon, sum skal taka sær av hesum arbeiðnum, og væntandi fer arbeiðið at taka tað mesta av hesum árinum.

 

Svimjihøllin í Klaksvík er í ringum standi, og skuldi høllini verða lív lagað, so var neyðugt við umfatandi umvælingum av høllini.

 

Fyrsti parturin av arbeiðnum verður at skifta takið á høllini, og tornið, har hava kavihylurin er, skal takast burtur. Framyvir verða tað ongar lopfjalar í svimjihøllini í Klaksvík.

 

 

 

Hægri enn metingin

 

Tá arbeiðið varð boðið út vóru ta bara tvey byggifeløg, sum lótu tilboð inn, og hesi tilboð vóru væl hægri, enn kostnaðarmetingin var.

 

Kanjon gav tilboð upp á knappar átta milliónir, meðan Klaksvíkar Byggivirkið fór upp um átta milliónir. Tekniska umsiting hjá býráðnum hevur síðani samráðst við Kanjon, og úrslitið er, at arbeiðið verður gjørt fyri einn nakað lægri kostnað, enn upprunaliga tilboðið var.

 

 

 

Eingin svimjing

 

Meðan hetta arbeiðið fer fram, verður svimjihøllin stongd, og tað merkir, at hvørki almenningurin ella svimjifelagið Ægir sleppa fram at í høllini, sum næstu mánaðirnar verður at rokna sum eitt byggipláss.

 

Høvuðsvenjarin hjá Ægir, Søren Olsen, sigur, at felagið kemur í eina trupla støðu, tí meginparturin av arbeiðnum hjá felagnum kemur at liggja stilt næstu mánaðirnar, og tað kann fara at kosta felagnum nógv.