Samferðsla
Tyrlupallurin á Stóru Dímun skal víðkast sambært teimum krøvum, sum loftferðslumyndugleikarnir seta. Arbeiðið er boðið út, og lisitatión verður 15. juni.
Óla Jákup úr Dímun, bóndi í Stóru Dímun, sigur, at arbeiðið, sum nú skal gerast, er at gera trygdarøki rundan um sjálvan betongpallin, sum tyrlan lendir á.
Hann sigur, at hetta er stórarbeiði, sum helst fer at taka meira enn ein mánaða at gera. Tað er rættiliga nógv, sum skal gravast burtur, og tað er hart tilfar, sigur hann. Tí metir hann, at ein stór maskina skal til fyri at fáa grivið omanav.
Maskinan má fáast út á Dímun við tyrlu, sigur Óla Jákup úr Dímun. Verður tað við teimum tyrlunum, sum í løtuni eru i landinum, má hon uttan iva takast sundur, metir hann.
Dímunarbóndin sigur, at hann fer ikki sjálvur at bjóða upp á arbeiðið, hóast hann gott kundi hugsað sær tað.
Í fyrsta lagi hevur hann onga maskinu, sum er nóg stór til tann útgrevsturin, sum krevst.
Í øðrum lagi, sigur hann, metir hann arbeiðið at vera ov seint boðið út. Tað skuldi helst ikki verið byrjað seinni enn í apríl, um hann skuldi gjørt nakað við tað. Tí sum er, er ov nógv annað av dagliga arbeiðinum í oynni, tað kemur at falla saman við.
Annars varð nýggjur viti settur upp í Dímun í fjør, og tá stroypti Óla Jákup fundamentið.
? Men tað var nógv minni arbeiði enn hetta, sigur hann. Tað var bara at stoypa eitt lítið sindur upp í gamla fundamentið, og so kom tyrlan út við vitanum og setti hann niðurá.
Byggideildin hjá Landsverkfrøðinginum sigur í útbjóðingarlýsingini í samband við víðkanina av tyrlupallinum, at arbeiðið í stórum umfatar útgrevstur, sum mettur verður til eina 2.400 rúmmetrar. Síðan skal fyllast upp aftur og planerast okkurt um 800 rúmmetrar. Skráar skulu gerast rundan um, sum mettir verða til knappar 1.400 fermetrar, umframt at dren og kloakk, upp á umleið hálvtannaðhundrað metrar, skulu leggjast. Eisini skulu nøkur smærri fundament stoypast, eins og økið skal stikast av.
Fólkafundur
Stóra Dímun er útferðarstað, sum verður dúgliga vitjað. Kunningarstovan á Sandi skipar til dømis fyri útferðum til Dímunar, eins og Norðlýsið í fleiri ár hevur gjørt túrar út hagar.
Tann 17. juni verður skipað fyri útferð og fólkafundi í Stóru Dímun. Tað er Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, sum skipar fyri, sigur Óla Jákup úr Dímun.
Hann sigur, at enn hevur hann ikki fingið nakra nágreiniliga skrá, men hevur tó skilt, at ætlanin er at fáa bæði Norðlýsið og Jóhonnu at sigla fólk út. Ætlanin er at fáa nógv fólk við, sigur hann.
Tiltakið verður skipað sum ein útferð, har ein fólkafundur so verður hildin. Onkur fer ivaleyst at halda røðu, eins og sungið verður, væntar Dímunarbóndin. Og uttan iva fer eisini onkur at taka seg niðan á oynna, um veðrið er til tess.
Og júst veðrið er altavgerandi. Viðrar ikki, verður rímiligt heldur eingin túrur.
Um fuglin í oynni í ár, sigur Óla Jákup úr Dímun, at enn hevur ikki tað stóra verið at sæð.
Lundin er lagstur, og einki óvanligt er í, at ikki er so nógv at síggja til hann hesa tíðina. Men hann metir ikki, at tað er tað sama í ár, sum var hesa tíðina í fjør kortini.
Lomvigin er á leið tann sami, sum undanfarin ár, sigur hann. Hann dugir hvørki at síggja øking ella minking. Og ritan er farin at reiðrast.
So alt gongur sína vanligu gongd, sum árstíðin nú er til, sigur Óla Jákup úr Dímun, bóndi í Stóru Dímun.