Stórar vónir til Faroe Petroleum

Í greining frá Daniel Stewart & Company verður mett, at kursurin hjá Faroe Petroleum kann nærum tvífaldast Partur av greiningini er endurgivin á heimasíðuni hjá Føroya Banka.

Kursurin hevur seinastu tíðina verið um 180 pence fyri partabrævið, men hetta kann væl økjast upp í 300 pence, verður sagt.

- Við 20 brunnum komandi 20 mánaðirnar kann væntast, at nýggj tíðindi allatíðina verða at frætta frá felagnum. Sjálvandi kunnu nøkur vónbrot væntast, men eydnast boringarnar, kann tað fáa avgerandi ávirkan á felagið, sigur Daniel Stewart & Company.

Daniel Stewart & Company nevnir møguleikan, at Faroe Petroleum við sínum stóra virksemi kann vera áhugavert hjá øðrum feløgum at keypa. Nevnt sum møguligur keypari verður Dana Petroleum, sum frammanundan eigur 27,5 prosent í Faroe Petroleum.

Greinararnir hjá Daniel Stewart & Company siga, at virkni leikluturin hjá Faroe Petroleum saman við teimum stóru oljufeløgunum ger felagið til eitt nærum einastandandi lítið felag á virðisbrævamarknaðinum í London.