Stórar uppgávur fyri framman

-Vit eru nokkso klárir til 1. útbjóðing, men annars liggja stórar uppgavur fyri framman sigur Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum

Jan Müller


-Eg eri væl nøgdur við tað, sum er komið burtur úr, og eg haldi vit eru klár til at fara undir eina útbjóðing. Hetta sigur Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum og harvið ein teirra, sum hevur lagt alla orku og kreftir í at fáa eina oljuleiting í gongd. Hann heldur sjálvur, at hetta er ikki minst takkað verið teimum sera arbeiðssomu og dugnaligu fólkunum í Oljumálastýrinum og øðrum fólkum, sum hava arbeitt við hesum spurningum.

Uppá fyrispurning um hann er nøgdur við treytirnar til fyrstu útbjóðing sigur hann, at útfrá tí, sum varð lagt fram á oljuráðstevnu í Aberdeen herfyri, so hava reaktiónirnar verið eitt sindur blandaðar. Tey flestu feløgini hava ikki latið treytirnar ræða seg, men ein hevur kanska ein varhuga av, at okkurt felag, sum man hevur havt samband við, ikki verður við, men hinvegin hava teir eisini fingið onkrar leysar fyrispurningar frá feløgum, sum teir ikki hava havt samband við í langa tíð.


Kunnu bora í 2001

Heldur Herálvur Joensen, at oljufeløg verða før fyri at bora ár 2001, nú útbjóðingin verður lýst eitt sindur seinni enn upprunaliga ætlað?

-Tað dugi eg ikki rættiliga at siga. Okkara uppgáva hevur verið at tryggja, at møguleikar verða skaptir fyri, at feløgini kunnu bora í 2001. Men vit hava eina rúgvu av tungum arbeiði, sum skal gerast, her t.d. trygdar- og umhvørviskunngerðir ol. og tað verður skundað undir tað arbeiðið nú. Spurningurin um eina tilbúgvingarskipan hevur sera høgan prioritet.

Sjálvur heldur Herálvur Joensen, um feløgini hava tað sum mál at bora í 2001 og kanska entá seta tað sum tíðarætlan í sambandi við umsóknir á tær arbeiðsskráir tey skjóta upp, so rokni hann við, at tey klára tað.


Flyta til Hoyvíkar

Nógva virksemið, sum verður í kjalarvørrinum á, at Føroyar nú loyva oljufeløgum at bora eftir olju og gass, setir stór krøv til bæði pláss og fólk hjá Oljumálastýrinum. Stýrið, sum higartil hevur hildið til í gróthúsbyninginum á Debesartrøð, fer at flyta í bygningin hjá Svend Krosstein í Hoyvík. Talan er um bygningin, har Com Data fyrr helt til. I løtuni verður bygningurin innrættaður til endamálið og Herálvur Joensen sigur, at tey her fara at fáa nógv betri arbeiðsumstøður. Hann vónar, at tey kunnu flyta inn, áðrenn 1. útbjóðing letur aftur. Enn restar so bert ein góðkenning frá Fíggjármálastýrinum at fáa sáttmálan endaliga uppá pláss.

Herálvur sigur, at sjálvandi er við blandaðum kenslum, at man rýmir av Debesartrøð, men her er einki val. Tey fáa meira enn tvífalt so nógv pláss. Sum støðan er nú eru tey noydd til at leiga høli í býnum til fundir ol. Og tað er ikki haldbart í longdini.

Tað verður so eisini brúk fyri eksternari hjálp til tað arbeiði, sum nú liggur fyri framman. Her ikki minst á jarðfrøðiliga økinum. Eitt tað fyrsta, sum nú verður at gera, er at fyrireika seg uppá, hvussu viðgerðin skal fara fram og hvussu teir ymsu bólkarnir, sum skulu viðgera ymsu partarnar skulu setast saman.

Jarðfrøðin er her kanska tað tyngsta arbeiðið og so arbeiðsskráirnar hjá feløgunum. Síðani er tað vinnupolitikkurin, og haraftrat skulu bæði løgfrøðingar og búskaparfrøðingar meta um meira formell viðurskifti so sum fíggjarstyrki og stødd á felag, organisatiónsviðurskifti ol. Eisini skal ein metan av tøkniligu kompetansuni viðvíkjandi boring gerast. Samanumtikið fer tað at áliggja Oljumálastýrinum at gera eitt rættiliga stórt arbeiði, ikki minst tá umsóknirnar verða latnar inn. Freistin at lata inn er 17. mai og hevur landsstýrismaðurin í oljumálum sagt, at miðja verður móti at lata loyvini í september. Tvs. at Oljumálastýrið hevur 3 til 4 mánaðir til hetta so krevjandi og álvarssama arbeiði.

Herálvur Joensen torir ikki at siga, um teir kortini fara at verða lidnir til í august, soleiðis sum ætlanin hevur verið áður. Tað veldst so sjálvandi nógv um, hvussu nógvar umsóknkr teir fáa.


Ráðstevnur í Føroyum heldur enn í útlandinum

Herfyri varð skipað fyri stórari oljuráðstevnu um Føroyaøkið í Aberdeen við luttøku av umboðum fyri útlendska oljuvinnu og síðani nógvum fyrilestrarhaldum úr Føroyum eisini. Sosialurin hevur skilt, at føroyskir oljumyndugleikar eru ikki so fegnir um at slíkar stevnur um Føroyar skulu verða í útlandinum, men ein orsøkin til at farið varð á ráðstevnuna í Arberdeen herfyri var helst at kunna upplýsa oljuheiminum um komandi ætlaninar fyri Føroyaøkið.

Sosialurin hevur frætt, at Euroforum, sum skipaði fyri tiltakinum í Aberdeen longu ætlar at fyriskipa eina nýggja ráðstevnu í juni og her leggja dent á trygdar- og umvhørvisspurningar. Men eftir hvat skilst fara føroyskir myndugleikar ikki at vera við til hesa stevnu, um hon verður av nøkrum, tí tað verður arbeitt við hesum spurningum í løtuni.

Vit spurdu stjóran í Oljumálastýrinum, hvørja støðu hann hevur til slíkar stevnur um Føroyar, sum verða fyriskipaðar í útlandinum?

-Eg haldi ikki vit skulu skapa eina traditión, har man sigur, at oljuvinna á føroyska landgrunninum skal viðgerast á ráðstevnum í Aberdeen. Útgangsstøðið má vera, at føroysk oljuvinna gongur út frá Føroyum, eisini tá talan er um ráðstevnur.