Stórar útskiftingar í HB

Christian Høgni Jacobsen fer - sum vit hava nevnt á portalinum - at spæla við NSÍ seinnu kappingarhálvu.

Hartil er greitt, nú flytingarvindeygað letur aftur, at fleiri aðrar skiftingar eisini verða í HB.

Janus M. Joensen hevur verið burturstaddur í ár, men hann kemur nú heimaftur, og ætlanin er avgjørt, at hann skal verða partur av liðnum. Tað verður Vagnur Mohr Mortensen eisini, eftir at hann hevur spælt við AB seinastu vikurnar.

 

Hinvegin sigur HB fyribils farvæl við tríggjar spælarar umframt Christian Høgna Jacobsen.

Pætur Jørgensen fer restina av kappingarárinum at spæla við AB, og hartil fara Svend F. Jacobsen og Bárður Mittelstein til TB, har fyrrverandi HB-venjarin, Krzsystof Popczynski, nú er venjari.