Fiskiveiðieftirlitið hevur fingið nógvar fráboðanir frá skipum um smáan upsa á Munkagrunninum. Íblandið hevur verið úr 50% og heilt uppí 98% av upsa, sum er minni enn 55 cm.
Fiskimenn, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur tosað við, siga, at stórar torvur av smá upsa koma í trolið.
- Vit hava tí gjørt av at steingja eitt økið, har skipini hava fráboða smá upsan, sigur Fiskiveiðieftirlitið, sum vísir til nevnda økið á heimasíðu síni www.fve.fo undir "Bráðfeingis veiðibann".
Myndina hevur Karstin Vang tikið.










