Virksemið á bryggjuni í Kollafirði er økt nógv seinastu árini. Virksemið hjá Kloosterboer Pelagic er vaksið so mikið nógv, at í framtíðini er ætlanin bert at hava virksemi, sum hevur við uppsjóvarfisk at gera.
Tað er tí, at vit eru noydd at víðkað havnarøkið í Kollafirði, sigur Heðin Mortensen, sum vísir á ætlanina at broyta vinnuøkið Signabømegðin til havnarøki.
Ætlanin er eisini at víðka vinnuøkið oman fyri vegin niðan móti landsvegnu.
Í framtíðini eru eisini aðrar ætlanir á økinum. Tosað verður um at gera ein veg av Signabø niðan í landsvegin frá Kollafjarðartunlinum, soleiðis at tunga ferðslan frá havnarøkinum og vinnuøkinum kann fara beint út á landsvegin, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir eisini á, at tosað verður um at gera eina brúgv frá bryggjuni á Langasanda yvir um til bryggjuna á Signabø, har ætlnin eisini er at gera ein rampa til Norrønu.
Hetta verður gjørt, soleiðis at vit altíð kunnu taka ímóti Norrønu, eisini tá tað ikki viðrar í Havn, sigur Heðin Mortensen.










