Stórar ætlanir í Gøtu

Gøtu kommuna ætlar at gerast ein miðdepil inni í Eysturoynni. Handilsmiðdepil er í gerð, og nú skal grótið frá útbyggingini uppi í Gøtudali nýtast til nýtt hús í Sarpugerði til Gøtu ítróttarfelag og menningarfelagið, samstundis sum havnarlagi skal byggjast út.

Nógv hendir í Gøtu fyri tíðina. Fyri trimum vikum síðani avgjørdu gøtufólk og leirvíkingar at leggja kommunurnar saman, soleiðis at vit fáa eina størri kommunu í eystara parti av Eysturoynni. Harafturat eru gøtufólk í gongd við fleiri nýggjar byggingar. Ein stórur handilsmiðdepil er í gerð uppi í Gøtudali, og nú ætla gøtu kommuna at nýta grótið frá útbyggingini til nýggjar byggiætlanir í bygdini.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Havnarlagið útbyggjast
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Í fyrstu syftu fer Gøtu kommuna í gongd við at útbyggja havnarlagið. Havnarlagið er í løtuni á leið <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;4.000 m2&quot;$?$end$!$4.000 m<SUP$?$end$!$2</SUP$?$end$!$</st1:metricconverter$?$end$!$ til støddar, men hetta skal økjast mundandi, sigur Hans Mourits Foldbo, bygdarráðsformaður í Gøtu.<BR> - Vit ætla at nýta grótið frá byggingini uppi í Gøtudali til at útbyggja havnarlagi. Havnarlagið er <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;4.000 m2&quot;$?$end$!$4.000 m<SUP$?$end$!$2</SUP$?$end$!$</st1:metricconverter$?$end$!$<SUP$?$end$!$ </SUP$?$end$!$til støddar í løtuni, men ætlanin er, at vaksa havnarlagið heilt upp í á leið <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;9.000 m2&quot;$?$end$!$9.000 m<SUP$?$end$!$2</SUP$?$end$!$</st1:metricconverter$?$end$!$.<BR>Hetta fer at vera ein munandi øking av havnarlagnum, men enn er ikki avgjørt, hvat útbyggingin fer at føra við sær. Ælingin í Gøtu fer í øllum førðum at fáa ágóða av útbyggingini, sigur Hans Mourits.
 - Ælingin hevur í løtuni ein lítlan bygning á havnarlagnum. Teir hava tí fingið prinsipielt byggiloyvi at gera nýggjan bygning á økinum, har vit útbyggja. Ætlanin er at gera ein nógv størri bygning, soleiðis at umstøðurnar hjá teimum vera betri.
Gøtu kommuna ætlar eisini at betra um sømdirnar hjá ítróttarfelagnum og menningarfelagnum. Teir ætla at gera eitt nýtt hús í Sarpugerði til hesi bæði. Her ætlar kommunan eisini at nýta grótið frá útbyggingini av handilsmiðdeplinum í Gøtudali.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Vil gerast ein miðdepil
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Nú er ein stór handilsmiðstøð í gerð, havnarlagið er undir útbygging og ítróttarfelagið og menningarfelagið fáa nýggjan bygning. Harafturat hava Gøtu kommuna og Leirvíkar kommuna gjørt av at leggja saman. Hetta boðar frá nýggjum tíðum í Gøtu. Tað ásannar Hans Mourits eisini.
 - Ja, nú eru vit í gongd við nógv ymisk ting í kommununi, og tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit ynskja at gerast ein miðdepil her í økinum. Við einum nýggjum handilsmiðdepli, og fleiri nýggjum útbyggingum ætla vit at bøta um korini hjá fólki í kommununi, og kanska hetta eisini kann lokka onnur henda vegin.
 - Í hesum sambandi er vert at leggja afturat, at vit hava fingið fleiri umsóknir um bygging frá fólki, sum onki tilknýti hava til Gøtu. Eg kann ikki siga, um hetta er orsaka av okkara ætlanum fyri kommununa, men eg vóni, at vit í nærmastu framtíð kunnu savna fleiri fólk í Gøtu kommunu.