Gerandisdagurin hjá nógvum bretum verður torførari í komandi árum. Tað er greitt, nú stjórnin hevur boðað frá ógvusligum sparingum í teimum almennu útreiðslunum. Sambært uppskotinum hjá George Osborne, fíggjarmálaráðharra skulu 83 milliardir pund skarvast av teimum almennu útreiðslunum. Tað fer millum annað at hava við sær, at 490.000 arbeiðspláss verða niðurløgd, og at pensjónsaldurin hækkar upp í 66 ár.
Sambært BBC merkir uppskotið, at fleiri málsøki og vælferðarskipanir skulu spara 25 prosent í meðal. Harumframt skal verjan spara átta prosent, og tað fer at kosta 42.000 arbeiðspláss í verjuni og herinum í 2015.
Samgongustjórnin í London sigur, at Bretland hevur 155 milliardir pund í halli á fíggjarlógini fyri fíggjarárið 2009-2010. Tað ger, at stjórnin noyðist at læna pengar við tí úrsliti, at ætlandi verður tann almenna skuldin 245 milliardir pund um fimm ár.










