Stórar slangur í Florida

Í Florida eru myndugleikarnir komnir í rasshaft av ovurstórum kvalaraslangum, sum fólk hava flutt inn úr Landssynningsasia. Í fjølmiðlunum verður sagt frá, at slangur av hesum slagnum hava etið hundar, og at onkur teirra hevur roynt at fáa eina heila krokodillu niðurum. Myndugleikarnir siga, at árini frá 2002 til 2005 vórðu 201 kvalaraslangur funnar og avlívaðar, men tey bæði seinastu árini er talið vaksið aftur, so nú eru tær meiri enn 400 í tali. Tann størsta, sum er funnin, var fimm metrar long og vigaði 140 pund.