Illir egyptar í tíggjutúsundatali hava í dag verið í gøtunum í teimum stóru býunum og mótmælt, at Mohamned Mursi, forseti, hevur fingið sær størri vald og skert valdið hjá rættarverkinum.
Í býnum Alexandria settu fólk eld á høvuðsskrivstovuna hjá Muslimska Bróðurskapinum, og í Islamiya og Port Said settu fólk eld á bygningar hjá bróðurskapinum.
Í fleiri býum, eitt nú høvuðsstaðnum Kairo, vóru onnur, sum gingu stuðulsgongu til frama fyri forsetan og avgerð hansara.
Mohamed Mursi, sum hevur sínar røtur í Muslimska Bróðurskapinum, sigur, at hann hevur broytt valdsskipanina fyri at tað skal ganga skjotari at fremja demokrati í landinum. Men mótmælisfólkini góðtaka ikki ta frágreiðingina og leggja forsetan undir at taka sær vald sum ein nútíðar farao.