Stórar íløgur í vinnu og mentan

- Vinnulívið hevur veldugan týdningi fyri kommununa og fyri alla Suðuroynna sum heild, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu.

Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, fegnast um tær byggiverkætlanir, sum í løtuni fara fram í kommununi.

 

- Vit fáa í næstum størsta mentanarhús í landinum, sum verður liðugt í nærmastu framtíð. Tá nógv byggivirksemi er, soleiðis sum støðan er í løtuni, kann tað vera trupult at fáa nóg mikið av handverkarum, og soleiðis hevur eisini verið á Drelnesi. Men, vit gleða okkum ómetaliga nógv til hesa verkætlan, sum vit síggja bæði stórar og ókendar møguleikar í.

 

Borgarstjórin vísir á, at av íløguni í mentanarhúsið á Drelnesi eru 40 miljónir krónur komnar uttan eftir, og henda byggiverkætlan hevur havt nógvar ringvirkningar í Suðuroynni.

 

- Vit fegnast um, at Delta Seafood á Tvøroyri byggir út, og herfyri varð nýggi bygningurin reistur. Delta hevur eisini virksemi á TG Seafood í Hvalba, umframt at felagið er partur av stóra uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri, har ein spennandi surimi-verkætlan í næstum sær dagsins ljós.

 

Kristin Michelsen vísir á, at eftir at landingarmiðstøðin úti á Tvøroyri læt aftur, og hesin bygningur nú skal rúma surimi-verkætlanini hjá Varðanum Pelagic, kemur nýggi bygningurin hjá Delta Seafood eisini at hýsa einari nýggjari landingarmiðstøð, har eisini útróðrarmenn í Suðuroy kunnu koma við sínum fiski.

 

- Vit hava skilt, at bygningurin, sum Delta Seafood nú byggir, bæði kemur at rúma landingarmiðstøð og hølum og útgerð til upptiðning av frystum fiski. Soleiðis, sum leiðslan á Delta Deafood hevur sagt, kemur nýggja upptiðningarskipanin eisini at effektivisera virksemi á virkinum á Tvøroyri.

 

Borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu ivast onga løtu í tí velduga týdningi, sum vinnulívið í kommununi hevur fyri alla Suðuroynna sum heild.