Stórar jólagávur í Noregi

Danske Bank hevur roynt at rokna út, hvussu nógvar pengar norðurlendingar brúka til jólagávur í ár. Og sambært hesi útrokning eru tað norðmenn, sum fáa tær størstu gávurnar. Hvør norðmaður fær jólagávur fyri 1.940 krónur, men danir komu væl aftanfyri við 1.230 krónum. Tað er Urban, sum skrivar um hesa kanningina, og sambært blaðnum, eru sviar ikki so gávumildir, tí hvør svii fær gávur fyri 720 krónur.