Umleið 74.000 fremmandafólk vóru í summar í Íslandi við ferðamannaskipum, sum sigla millum lond, og alt bendir á, at skip og fólk verða enn fleiri í tali í komandi árum.
Tey fremmandu eru kærkomnir gestir, tí bæði tey og skipini leggja rættiliga nógvar pengar eftir seg í Íslandi. Ein kanning vísir, at í 2009 løgdu fremmandafólkini í meðal 72 evrur eftir seg. Siga vit, at tað gjørdu tey eisini í ár, løgdu tey fremmandu 1,9 milliard íslendskar krónur eftir seg, meðan tey vóru í landi. Harafturat koma havnargald og tað, sum manningarnar brúktu í landi, og tilsamans er talan um 2,7 milliardir íslendskar krónur, skrivar Morgunblaðið.
Reykjavík, Akureyri og Ísafjørðurin eru serliga væl umtókt atløgupláss hjá teimum fremmandu skipunum.