Stórar flytingar millum stóru flokkarnar

Tjóðveldi fær frá Fólkaflokkinum, og Javnaðarflokkurin fær frá Sambandsflokkinum

Tjóðveldið, sum hevur størstu framgongdina í velj­ar­­­a­kann­ingini hjá Gallup, fær at­kvøð­ur frá Fólkaflokkinum og frá Framsólkn.

Sambært »van­drings­mark­­is­uni« fær Tjóðveldi seks at­kvøð­u­r frá Fólk­a­flokk­i­num og fýra frá Fram­sókn.

At so stórur partur av fólk­a­floks­velj­arum fara til Tjóðveldi kann hug­s­ast, at talan er um tjóð­skap­ar­lig­ar veljarar hjá Fólk­a­flokk­i­num, sum vilja geva flokk­i­num gula kortið, tí flokk­ur­in er í sam­gongu við Sam­bands­flokk­in.

Vit hava sæð fyrr, at Fólk­a­flokkurin liggur lakari í velj­ar­a­kanningum, enn hann ger á val­i­num. Hetta kann vera, tí at veljarar á hendan hátt revsa flokkin, men kortini venda aftur, tá veruliga á stend­ur.

Men at flokkurin eisini fær nógvar atkvøður frá Fram­sókn kann skyldast, at Jan­us Rein er farin úr flokk­i­num.

Veljarakanningin er gjørd, áðrenn Janus Rein meld­aði seg í Fólkalfokkin. Men á valinum var Janus Rein, um vit so kunnu siga, »tjóð­veld­is­pro­fil­ur­in« og Poul Michelsen »fólka­floks­pro­fil­ur­in«. Tá Tjóðveldi gekk so nógv aftur á seinasta vali, so kann hugsast, at tjóð­veld­is­velj­arar, sum valdu Fram­sókn, eru farnir aftur til Tjóð­veldi.

Vandringsmarkisan vísir, at Framsókn fær veljarar frá Fólkaflokkinum, men missir veljarar aftur til Tjóðveldi
Næststørstu fram­gongd­ina hevur Javn­að­ar­flokk­urin.

Sambært vandr­ings­matr­i­s­uni, so fær flokk­urin nógv tær flestu nýggju at­kvøð­ur­nar frá Samb­ands­flokki­num – 18 sambandsveljarar frá síðsta vali, siga seg hesaferð velja Javnaðarflokkin.

Her kann hugsast, at ávísur partur av sam­bands­velj­ar­unum eru ónøgdir við, at Sam­bands­flokk­ur­in er í sam­gongu við Fólkaflokkin – bæði tí at talan er um ein full­veld­is­flokk, men eisini tí, at Fólka­flokk­urin hev­ur so stórt vald á Sam­bands­flokk­i­num og formar borgaliga pol­i­tikk­in, soleiðis at sosial-lib­­­e­rali profilurin, sum eitt nú Edmund Joensen stóð fyri, kámast burtur. Fleiri sam­bands­veljarar ynskja held­ur gomlu heim­­­a­stýr­­i­s­sam­gong­una við Javn­aða­r­flokk­in og Sjálvstýrisflokkin held­ur enn eina borgarliga sam­gongu.