Stórar broytingar ávegis

31. mai komandi ár, skulu allar reglugerðir hjá føroyskum fótbólti samsvara við tær hjá FIFA. Longu nú arbeiðir umsitingin av fullari kraft við málinum, sum møguliga endar við, at alt lógarverkið innan fótbóltin snøgt sagt verður skift út

Fótbóltsreglur

Hóast spælið á vøllinum nú er um at vera liðugt fyri í ár, so er tað ikki so, at fótbólturin fer fullkomuliga í vetrarfrí. Og so langt ífrá, kundi verið lagt aftur.
Veturin er vanliga tíðin, har umsitingin í FSF fyrireikar tær kappingar, sum eru fyri framman í komandi kappingarári. Onkra tíð standa tillagingar av lógum og reglum eisini á skránni, og ikki minst hetta seinasta hevur kravt nógv arbeiði seinnu árini, nú UEFA hevur ásett, hvørji minstukrøv til fótbóltin skulu lúkast.

Standard-reglur
Eisini í vetur verða nakrar dagføringar í hesum, men fyrst og fremt, so verður setningurin í vetur at fylgja nýggjum FIFA-ásetingum.
Á fundi í fjør viðtók FIFA nevnliga, at allar reglugerðir hjá øllum fótbóltssambondum í heiminum skulu standardiserast, soleiðis at hesar eru at kalla eins kring allan knøttin.
Fyrst og fremst, so vilja tey í FIFA, at øll tey umsitingarligu viðurskiftini kring fótbóltin skulu vera at kalla einsljóðandi kring allan knøttin. Í hesum liggur so eisini, at reglur, málsviðgerð og kærumøguleikarnir skulu vera einsljóðandi hjá øllum limalondunum. Og ikki minst, so vil FIFA við hesum eisini sleppa sær undan, at trætumál innan fótbóltinj verða avgjørd í sivilum rættarmáli. Tað skal snøgt sagt verða fótbóltsfamiljan, sum skal taka støðu til allar spurningar, og í evstu løtu verður tað so altjóða ítróttardómstólurin í Lausanne, sum kemur at standa við valdinum. Skal tað lata seg gera, er eisini neyðugt við einsljóðandi reglum, tí tað nyttar lítið við eini slíkari mannagongd, um grundarlagi undir rættarligu avgerðunum verður broytt, so hvørt sum málið verður flutt longur upp í skipanini.

Skifta kanska alt
Fyri Føroyar hevur tað verið Ísak Mikladal, aðalskrivari, sum hevur havt mesta samskiftið við FIFA um málið, og hann sigur, at hetta er nakað, sum FSF hevur vitað av í eina tíð.
- Sjálvt um talan neyvan verður um tær heilt kollveltandi broytingarnar fyri skipanina av føroyskum fótbólti, so eru nógv ting, sum skulu regulerast ella ajourførast nakað. Í seinasta lagi 31. mai komandi ár skal FIFA hava móttikið nýggju lógirnar hjá okkum, so tað er einki at ivast í, at vit hava nokk at takast við komandi tíðina. Stóri spurningurin í so máta er kanska, hvørt tað yvir høvur loysir seg hjá okkum at fara at tillaga okkara reglugerðir, ella um snøgt sagt skulu umseta tær standard-reglur, sum FIFA hevur latið gjørt. Ella snøgt sagt samtykkja eitt heilt nýtt lógarverk.
- FIFA hevur jú í longri tíð arbeitt við hesum. Teir hava eitt veldugt lið av sakførarum, sum við atliti til allar hugsandi reglugerðir hava evnað standard-reglurnar til, og við at kopiera teirra lógarverk, eru vit í øllum førum vísir í, at alt er í samsvari við krøvini. Hjá okkum hevur støðan jú verið tann, at vit hava eitt lógarverk, sum grovt sagt er óbroytt síðani 1979. Sjálvandi eru tillagingar og broytingar gjørdar á vegnum, men hesar hava mest sum hvørja ferð verið av neyð - skilt soleiðis, at tað eru mál av ymsum slag, sum hava skundað undir hesar. Fáa vit eitt nýtt lógarverk, so eru vit at kalla upp á forkant við reglurnar og tey krøv, sum verða sett í framtíðini, sigur aðalskrivarin.

Feløgini alt at siga
Og tað verður so ikki bara sum at siga tað, nú eitt heilt nýtt lógarverk fyri føroyskan fótbólt skal setast í verk.
Sjálvandi er tað FIFA, sum staðfestir, hvørji krøv limalondini skulu lúka, men tað eru fyrst og fremst føroysku feløgini, sum skulu gera av, hvørt lógirnar yvir høvur skulu broytast.
Forumið, sum hetta skal gerast á, er sjálvandi aðalfundurin, sum verður hildin seinast í februar mánaði, men áðrenn tað er komið somikið langt, má fótarbeiðið gerast.
Tí hevur FSF gjørt av, at tey tann 5. november fara at hava fund við formenninar í øllum teimum føroysku fótbóltsfeløgunum. Her sleppa hesir so at viðgera málið saman við nevndini, og síðani verður málið aftur tikið upp á árliga fundinum við feløgini, sum verður tann 19. november. Vónin er so, at semja er fingin um leistin til ta tíð, soleiðis at umsitingin eftir hetta kann gera eitt liðugt tilevnað uppskot til aðalfundin.