Stórar broytingar í tingmannabýtinum

VELJARAKANNING: Seinasta veljarakanningin, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin og www.portal.fo vísir, at væntast kunnu stórar broytingar á tingi. Vit hava borið saman úrslitini frá tveimum teimum seinastu valunum við kanningina

Sambært nýggjastu veljarakanningini, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin og Portal.fo í síðstu viku kunnu væntast stórar broytingar í býtinum av tingumboðum.
Fyri tað fysta vísir kanningin, at bert fýra flokkar verða umboðaðir á tingi, og at vit fyri fyrstu ferð síðani vallógin kom í gildi í 1978 bert fara at hava 30 tingmenn.
Eftir galdandi skipan skulu veljast 27 valdømisvald tingfólk og fimm eykavald. Tað merkir, at fýra umboða Suðuroayar valdømi, tvey umboða tey smáu valdømini: Sandoyar Sýslu valdømi, Vága valdømi og Norðurstreymoyar valdøm. Átta umboða Suðurstreymoyar valdømi, fimm Eysturoyar valdømi og fýra Norðoya valdømi.
Teir flokkar, sum verða undirumboðaðir á tingi, t. v. s., at teirra prosentvísi partur av tingumboðum verður lægri enn prosentparturin teir hava av samlaða atkvøðutalinum, fáa tillutað eykamandat har, sum flestar atkvøður »leypa av«.
Sum oftast eru tað teir smærru flokkarnir, sum fara við hesum umboðum. T. d. eru bæði Helena Dam á Neystabø og Sámal Petur í Grund eykavald ávikavist í Suðurstreymoyar valdømi og í Eysturoyar Valdømi. Somuleiðis er Jenis av Rana eykavaldur í Suðurstreymoy. Á seinasta vali vóru Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin somuleiðis »undirumboðaðir« á tingi, og fingu tí tillutað hvør sítt eykamandat, ávikavist Heðin Mortensen í Suðurstreymoy og Hans Pauli Strøm í Norðurstreymoy.
Sambært veljarakanningini í síðstu viku er tað bara Fólkaflokkurin, sum er undirumboðaður. Hann fær einans 11,1% av valdømisvaldu tingsessunum, meðan hann í kanningini fær 18.7% av atkvøðunum. Hetta gevur honum heili trý eykamandat.
Tað er kortini ikki heilt greitt, hvar hesi fella, men nógvar atkvøður loypa av í Suðurstreymoy, og tað kundi givið flokkinum tvey eykaumboð úr Suðurstreymoy, og nógvar atkvøður loypa eisini av í Norðoyggjum. Men hetta er kortini ikki neyvt roknað út í kanningini.
Í talvunum á hesi síðu ber til at bera saman úrslitini í hvørjum valdømi sær við valini í 1994 og í 1998 og kanningina í síðstu viku.
Stórar flytingar eru. Eitt nú klárar Sambandsflokkurin at vinna sær tingmann í Norðoyggjum, sum hann ikki hevur havt í fleiri mannaminni. Hann fær eisini aftur mannin í Norðurstreymoy, sum hann hevur havt síðani 1906 við undantaki av hesum valskeiðnum.
Í Vágunum ger Sambandsflokkurin eitt gott hál og fær báðar menninar, og í Suðuroy vantar lítið í át flokkurin eisini fær tveir mans valdar.
Hjá Fólkaflokkinum gongur illa. Hann missir mannin í Vágunum og á Sandi, missir annan mannin í Havn og annan í Norðoyggjum. Á Sandi gongur so illa, at Sambandsflokkurin fer fram um Fólkaflokkin.
Tjóðveldisflokkurin stendur sum so í stað, har henda ongar flytingar. Javnaðarflokurin stendur eisini í stað, tó at flokkurin missir eykavalda mannin í Norðurstreymoy og vinnur aftur valdømisvalda mannin á Sandoynni.
Viðmerkjast skal, at úrslitini hjá Kristiliga Fólkaflokkinum og hjá Verkamannafylkingini ikki eru tikin við í talvurnar, og tí vanta teirra umboð í tølunum frá valinum í 1994.

Noroya valdømi

Flokkur199419982002 (kanning)
A22,0 (1)28,5 (2)27,7 (1)
B7,512,217,4 (1)
C12,5 (1)17,6 (1)20,9 (1)
D13,2 (1)10,58,1
E20,2 (1)26,1 (1)24,0 (1)
H2,41,71,9


Eysturoyar valdømi

Flokkur199419982002 (kanning)
A14,7 (1)17,9 (1)18,8 (1)
B27,9 (2)25,3 (2)33,6 (2)
C9,215,1 (1)21,1 (1)
D5,811,72,6
E11,3 (1)19,4 (1)22,5 (1)
H8,65,81,4


Norðurstreymoyar valdømi

Flokkur199419982002 (kanning)
A12,922,4 (1)17,4
B15,4 (1)20,730,7 (1)
C9,215,118,6
D4,34,31,8
E16,5 (1)28,1 (1)28,9 (1)
H4,62,31,4

Suðurstreymoyar valdømi:


Flokkur199419982002 (kanning)
A15,7 (2)20,9 (2)19,9 (1)
B24,8 (3)16,9 (1)23,1 (2)
C13,3 (1)21,0 (2)20,8 (2)
D5,66,72,0
E12,9 (1)28,0 (3)31,5 (3)
H5,94,82,6


Vága valdømi:

Flokkur199419982002 (kanning)
A23,4 (1)25,4 (1)15,3
B32,8 (1)28,2 (1)47,4 (2)
C13,317,814,7
D1,512,91,4
E8,810,417,4
H8,94,42,6


Sandoyar Sýslu valdømi

Flokkur199419982002 (kanning)
A32,2 (1)29,7 (1)18,4
B12,49,820,2
C24,7 (1)28,130,4 (1)
D1,11,50,6
E21,529,2 (1)30,1 (1)
H6,01,60,3


Suðuroyar valdømi:

Flokkur199419982002 (kanning)
A6,015,17,1
B19,1 (1)15,2 (1)33,4 (1)
C32,6 (2)43,3 (2)40,8 (2)
D1,61,20,5
E11,819,2 (1)17,0 (1)
H3,72,81,1

Talvan vísir býtið av umdømisvaldu tingfólkunum sambært seinastu kanningini og løgtingsvalunum í 1994 og í 1998. Sambært kanningini verða trý eykavald umboð, sum øll fella til Fólkaflokkin. Við valið í 1998 fekk Sjálvstýrisflokkurin tvey eykavald umboð, Miðflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hvør sítt.