Stórar broytingar í miðbýnum í Havn

Byggideildin hjá Tórshavnar Býráð arbeiðir í løtuni við at gera eina heildarætlan fyri økið við Tinghúsvegin, har ætlanin er at byggja stóran handils- og skrivstovubygning millum Havnar Bio og gomlu handilshúsini hjá Jacob Lützen

Á nevndarfundi í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð mánakvøldið var ein umsókn um byggiloyvi til ein skrivstovubygning í 5 hæddum á tí stað, har Degnshúsið, sum havnarfólk rópa tað, standa í dag. Tekniski stjórin hjá kommununi og býararkitekturin mæltu til at ganga umsóknini á møti, treytað av at ein heildarætlan verður gjørd fyri økið við Tinghúsvegin frá Jacob Lützen niðan til Bøkjarabrekku.

Miðbýarlund
Júst málið um heildarætlan fyri økið við Tinghúsvegin bleiv viðgjørt undan omanfyrinevndu umsókn um byggiloyvi, og hendan ætlanin er rættuliga áhugaverd. Býráðið ætlar , at Tinghúsvegurin skal raðfestast væl lægri sum ferðsluæðr, og vegurin skuldi í nógv størri mun tillagað seg tey torg og tað grøna umhvørvi, sum kunnu verða í sambandi við eina miðbýarlund í økinum. Umsitingin hjá kommununi hevur gjørt eitt útkast til, hvussu økið kann síggja út í framtíðini, og í næstum verður eitt modell av økinum gjørt, so at borgararnir í Havn kunnu gera sær sínar metingar um ætlanina.
Endamálið við heildarætlanini er at fáa lýst, hvussu kommunan metir, at økið við Tinghúsvegin skal býarskipast. Finnast skal fram til eina skipan, har loyvi verður givið til bæði samtíðarhóskandi bygging við nútíðarhóskandi funktiónum, sum hoyra til í miðbýnum í einum høvuðsstaði, men samstundis er tað ógvuliga umráðandi at varveita ymiska eldri bygningar í miðbýnum. Her verður serliga hugsað um bygningar av eldri slag, ið eru sermerktir fyri Tórshavn sum høvuðsstað í einum byggilistarligum, søguligum og mentunarligum høpi. Sum dømi um slíkar bygningar verða nevndir bygningurin hjá Jacob Lützen, gamli bókhandil, Gróthúsið og verandi Tinghús. Sagt verður, at hesir bygningar eiga náttúrliga at verða varveittir sum ein partur av einari kronoligiskari byggisiðarmynd.
Ætlanin er at gera eina gongurás frá húsunum hjá Jacob Lützen og allan vegin niðan til Bøkjarabrekku í einum grønum øki við torgi og øðrum, ið ger økið hugnaligari.
Eisini er nærliggjandi at ímynda sær, at høvuðsinngongdin hjá løgtinginum fær betri sømdir. Sum nú er liggur inngongdin beint út á eina smala gongubreyt, har tey hevði verið meiri hóskandi við einum lítlum torgi sambært kommununi. Jan Christiansen sigur, at tað eisini leingi hevur verið eitt ynski frá Føroya Løgtingi, at okkurt verður gjørt við økið kring løgtingshúsini.


Eingin livir av romantikki aleina
Borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, sigur, at neyðugt er hjá Havnini at hava ein miðbý, ið hóskar til okkara samtíð. Hann sigur, at tað er umráðandi at fáa ein fjálgan miðbý, sum eisini hevur lív í. Í hesum sambandi fer Tórshavnar Býráð at seta sum treyt, at í øllum bygningum í miðbýnum í Havn, skal í veghæddini verða eitt ella annað útatvent virksemi, so sum handil ella matstovu, sigur Jan Christiansen.
Gaman í hava vit nógv gomul og vøkur hús í miðbýnum í Havn, men ongin livir av romantikki aleina, sigur borgarstjórin í Havn. Summi av teimum eldru húsunum í miðbýnum liggja eisini kroyst millum størri bygningar og koma tí ikki til sín rætt. Til dømis liggur Degnshúsið millum tveir stórar bygningar, Havnar Bio og Jacob Lützen, og neyvan eru tað mong, ið geva húsinum gætur í gerandisdegnum. Júst á tí stað hevði tað allarhelst verið meiri hóskandi við einum meiri samtíðarhóskandi bygningi við nógvum lívi í, so sum tað uppskot, ið er knýtt at umsóknini um byggiloyvi á tí stað.
Borgarstjórin sigur, at tað er eyðsæð, at miðbýurin skal gerast, so at fólk trívast í honum, og til tað krevst ein lívligur miðbýur, ið hóskar til sína samtíð.

Ov nógv ferðsla í miðbýnum
Ein trupulleiki í miðbýnum í Havn er tann nógva ferðslan. Fyri nøkrum árum síðani bleiv forboð sett fyri tungari ferðslu gjøgnum býin, men tað forboð er bert galdandi fyri trailarar, tí nógvir vanligir lastbilar hava sína dagligu gongd í miðbýnum. Her verður til dømis hugsað um lastbilar hjá heilsølum, skrellibilar og tangabilar.
Tórshavnar Kommuna ætlar tó at forða fyri, at ov nógv óneyðug ferðsla fer gjøgnum býin. Jan Christiansen sigur, at sjálvandi skal tann ferðsla, ið hevur við miðbýin at gera, hava loyvi til at halda fram sum vanligt, men heldur ikki meira enn tað. Tískil er ein av tankunum við heildarætlanini fyri økið við Tinghúsvegin, at minkað verður munandi um ferðsluna við at gera torg og aðrar vegforðingar, uttan tó at vegurin verður stongdur av fyri ferðslu. Ikki ber til at stongja vegir í miðbýnum í Havn fyri ferðslu, tí rættuliga nógvir av teimum eru einsrættaðir, og tað hevði viðført ferðsluruðuleika.

Nærum 150 p-pláss afturat við miðbýin
Sum tey flestu helst vita, hevur Tórshavnar Býráð herfyri sett nakar parkeringsvørðar, og tað hevur bøtt munandi um parkeringsstøðuna í miðbýnum. Áðrenn parkeringsvørðarnir vóru settir, høvdu fólk, ið arbeiða í miðbýnum, lyndi til at seta sær bilin í tíðaravmarkaðar básar, tí tey vistu, at tey fingu onga bót. Hetta er farið í søguna, nú parkeringsvørðarnir eru komnir, og nú er lættari hjá fólki, ið fara til handils í miðbýnum, at sleppa sær av við bilin. Hetta er nakað, ið handlarnir týðugliga hava merkt, sigur Jan Christiansen.
Tórshavnar Kommuna ásannar tó, at stórur tørvur er á fleiri parkeringsplássum, og tey koma eisini í næstum. Arbeiðið er farið í gongd við at gera parkeringsøki í brekkuni oman móti Evangeliihúsinum og gomlu Køkubúðini, og har verður pláss fyri 68 bilum. Hetta verður eitt sonevnt grønt parkeringsøki við nógvum trøum og blómukassum, meinlíkt parkeringsøkinum á Frúutrøð.
Somuleiðis koma í næstum fleiri parkeringsbásar á økinum við Skálatrøð. Parkeringsøkið á Skálatrøð verður umskipað, og tað fer at føra við sær, at talið av básum fer at vaksa við 48 frá 167 upp í 215 parkeringsbásar. Eisini verður farið í gongd við at gera 28 nýggj parkeringspláss millum Politistøðina og raðúsini í Lon. Hetta merkir, at í nærmastu framtíð verða nærum 150 nýggj parkeringspláss við miðbýin í Havn, og hetta metir býráðið fer at gera stóran mun, sigur borgarstjórin Jan Christiansen.
Ætlanin hjá býráðnum er at gera øll parkeringspláss í miðbýnum tíðaravmarkaði, so at tey fólk, ið hava sítt dagliga yrki í miðbýnum, noyðast at seta bilin uttan fyri miðbýin, eitt nú upp við fótbóltsvøllin í Gundadali, á Skálatrøð ella onkra aðrastaðnis, sigur Jan Christiansen og leggur afturat, at væntandi fara eisini stór parkeringshús at koma í framtíðini.

Ongin forðing fyri stórum skrivstovubygningi
Sum áðurnevnt liggur í byggi- og býarskipanarnevndini ein umsókn um byggiloyvi til stóran skrivstovubygning, har húsini hjá Anton Degn standa í dag. Jan Christiansen sigur, at hesin bygningur lýkur allar tær treytir, ið eru í byggisamtyktini fyri miðbýin, og tí er eingin forðing fyri at fáa loyvi hjá eigaranum. Borgarstjórin ásannar, at slíkar byggingar altíð vilja skapa eitt sindur av øsing millum manna, men vit noyðast at hava samtíðarhóskandi bygningar í miðbýnum, sigur hann og leggur afturat, at eftir hansara tykki fer tann bygningurin, um loyvi verður játtað, als ikki at verða nakað mispýðði fyri býin, heldur tvørturímóti.
Borgarstjórin viðgongur, at málið hevur verið rættuliga leingi til viðgerðar í umsitingini, og eisini at talan er um eitt rættuliga eymt mál. Slík mál, har eini gomul hús verða flutt, og ein meiri nútímans bygningur kemur í staðin, eru altíð eym, tí slík mál hava stóran áhuga millum manna. Allarhelst kemur eisini okkurt upplop frá onkrum borgarum,men tá ið bygningurin er komin upp at standa, gongur ikki long tíð, so er alt gloymt, sigur borgarstjórin í Havn.
Nú býráðsvalið í heyst nærkast, er ikki óhugsandi, at býráðslimir hava ilt við at ganga umsóknini á møti fyri at tekkjast veljarunum, og tað ásannar Jan Christiansen. Slík mál eru serliga eym í einum valári, sigur Jan Christiansen, men han n dugir tó ikki at ímynda sær, at umsøkjarin ikki fær byggiloyvið í nærmastu framtíð. Á fundinum mánadagin mældu bæði býararkitekturin og tekniski stjórin hjá býráðnum til, at nevndin gongur umsóknini um byggiloyvi á møti, treytað av at heildarætlanin verður gjørd fyri økið við Tinghúsvegin frá Jacob Lützen niðan til Bøkjarabrekku.