Stórar broytingar í jarðarviðurskiftunum við Norðskála

Úrskurður er nú gjørdur viðvíkjandi innangarðsútskiftingini við Norðskála. Jørðin verður skipað av nýggjum og savnað í færri eindir.

Jarðarviðurskifti hava framvegis stóran áhuga kring landið. Men stórur munur er tó á, hvussu búnaðarjørðin er skipað. Í ognarbygdum er jørðin arvað gjøgnum fleiri ættarlið og harvið vorðin altsamt meira smábýtt. Endamálið við útskifting av jørð er at savna jørðina aftur í størri eindir. Hetta er gjørt í fleiri bygdum, har nógv ognarhørð er, men onkur er tó eftir at skifta út.

Búnaðarjørðin við Norðskála savnað í munandi færri lutir enn áður. Broytingarnar eru serliga í sunnara og norðara enda av bygdini. Gerðini miðskeiðis í bygdini eru óbroytt eftir ynski frá eigarunum. Útskiftingarnevndin hevur eisini ásett garðsskylduna, ið regulerar, hvussu garðarnir móti høgunum skulu haldast.

Ein partur av útskiftingini fevnir eisini um ognartøku av lendi, sum farið er undir bygdarvegin, sum lutvíst er landsvegur. Málið er tó ongantíð formliga avgreitt, og tí er nú eisini mett um endurgjaldið fyri lendið. Hetta varð eisini lagt fram á fundinum.

Útskiftingin er nú endað og verður við tilhoyrandi skjølum latin til ákæru. Kærufreistin er 3 mánaðir frá 5. desember 2012 at rokna.

Mikudagin tann 5. desember 2012 legði útskiftingarnevndin tann endaliga útskiftingarplanin fram á almennum fundi á kommunuskrivstovuni hjá Sunda kommunu. Á sama fundi gjørdi nevndin úrskurð í málinum.