Stórar broytingar í ferðslulógini

Vil løgtingið sum landsstýrismaðurin í ferðslumálum vil, so verða munandi broytingar gjørdar í ferðslulógini - ferðslutrygdini at frama. Eitt nú royndarkoyrikort til nýggjar bilførar og nýtt koyrikort til øll onnur við stigaskipan, ið skrásetir framd ferðslulógarbrot

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur í umbúna fleiri broytingar í ferðslulógini.
_ Vit hava sett okkum spurningin, hvat eru størstu orsøkirnar til stóru skaðarnar í ferðsluni, og tað er so púra greitt, at tað eru ungu menninir millum 18 og 23 ár, sum eru størstu syndararnir. Tí fara vit at gera serliga skipan fyri hendan aldursbólkin, sigur landsstýrismaðurin.

Hesaferð er veruliga ætlanin at seta í verk serliga skipan við royndarkoyrikorti til ungu bilførarnar - ella kanska rættari til nýggju bilførararnir, tí allir nýggir bilførararnir eru ikki ungir. Men samstundis verður eisini arbeitt við at seta í verk eina stigaskipan, sum verður galdandi fyri øll, sum hava koyrikort.

_ Har er ætlanin, at fólk fáa eitt ávíst tal av stigum. Gera tey so eitt ávíst lógarbrot, so missa tey tað talið av stigum, sum svarar til álvarsemið í lógarbrotinum, sigur Bjarni Djurholm. Endamálið er, at tú í síðsta enda kanst missa koyrikortið, um brotini eru nóg nógv ella nóg álvarsom, sigur Bjarni Djurholm.

Men missir tú eitt stig, so fært tú tað aftur, tá ein tíð er fráliðin, um ikki fleiri brot eru framd.

Bjarni Djurholm sigur, at tey eisini arbeiða við at broyta frádømingarreglurnar, eitt nú tá fólk koyra ov skjótt.

_ Tá skalt tú kunna missa koyrikortið upp á standandi fót, um brotið er so álvarsamt, sigur Bjarni Djurholm.

Landsstýrismaðurin sigur, at tey í øllum hesum arbeiðinum hava noterað sær 0-hugsjónina, sum Ferðslutrygd hevur arbeitt so nógv fyri at fáa samtykta sum grundarlag undir øllum, sum hevur við ferðslu at gera.

_ Vit seta sera stóran prís upp á arbeiðið hjá Ferðslutrygd, og vit leggja okkum í øllum hesum upp at meginreglunum í 0-hugsjónini. Tað arbeiðið, ið nú verður gjørt, er bara byrjanin, og tað skal takast í fullum álvara, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.