Samstundis sum talan er um størstu kappingina nakrantíð, eru eisini fleiri broytingar gjørdar. Onkur teinur er dottin út og onkur annar komin í staðin, umframt at onkur teinur hevur skift kappingardag. Hartil eru so eisini broytingar á teimum ymsu teinunum, hóast hesar broytingar samanlagt ikki eru størri enn so, at kappingin framvegis líkist sær sjálvari og er á leið líka krevjandi, sum hon hevur verið.
Framvegis er talan um tilsamans yvir 330 kilometrar, ið skulu súkklast hesar dagarnar, og sum vanligt eru tveir dagar við stytri einkultsstartum og so tríggir dagar við longum teinum, sum tveir av døgunum eru yvir 100 kilometrar. Millum undantøkini eru tó, at motionistarnir onkrar av døgunum hava eitt sindur stytri tein enn hinir súkklararnir.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir allar fimm kappingardagarnar, og har er eisini viðmerkt, hvat er øðrvísi enn undanfarin ár.
Mikudagin 21/7
Sum vanligt byrjar kappingin við prologi í Klaksvík. Teinurin, sum er einkultstartur, er umleið átta kilometrar til longdar, og súkklað verður frá gomlu ferjuleguni á Stongunum og nakað norður um Ánirnar, har vent verður og so aftur súkklað á ferjuleguna. Startur er klokkan 18, og sigurshald verður væntandi klokkan 19.
Hósdagin 22/7
Eysturoyarteinurin er broyttur munandi, tí nú verður byrjað á Vaglinum í Havn, og komið verður beinleiðis á mál á Glyvrum, uttan at súkklast skal runt Agnið. Teinurin er umleið 110 kilometrar, og súkklað verður úr Havn og norðureftir – ígjøgnum bæði Kaldbakstunnilin og Norðskálatunnilin, ið eisini krevja, at súkklararnir hava ljós á súkklunum – og síðani verður farið til Selatraðar at venda, áðrenn komið verður á mál við Glyvra skúla. Startur er klokkan 13, og sigurshald verður væntandi klokkan 17.30.
Fríggjadagin 23/7
Aftur her er talan um broyting, tí hini árini hevur Suðuroyarteinurin verið leygardag, men fyri ikki at hava ov nógva spilltíð, er hesin teinur nú lagdur fríggjadag. Tilsamans er talan um ein 75 kilometra langan tein, ið byrjar við Føroya Banka á Tvøroyri. Síðani verður súkklað til Fámjins og víðari suðureftir umvegis Hovsegg til Sumbiar umvegis Hestin og aftur til Vágs, har málið er við Torgið. Startur er klokkan 16, og sigurshald verður væntandi klokkan 18.30.
Leygardagin 24/7
Her er talan um størstu broytingina, tí seinni einkultstarturin í kappingini hevur hini árini verið í Sandoynni, sum nú verður ofrað, tí vandi í fleiri førum hevur verið fyri ferðslutrygdini hjá súkklarunum. Nú er hann fluttur í Vágar, sum eru við fyri fyrstu ferð. Talan er um ein 30 kilometra tein, ið gongur úr Sandavági til Bíggjar og aftur til Sandavágs. Startur er klokkan 11, og sigurshald verður væntandi klokkan 13.
Sunnudagin 25/7
Teinurin í Streymoynni er stórt sæð óbroyttur, burtursæð frá málinum, sum nú verður við Gamla Apotek í miðbýnum í Havn, so tí verða heldur ikki súkklað fleiri umfør inni í Havnini. Teinurin er umleið 109 kilometrar til longdar, og farið verður úr Tjørnuvík umvegis Saksun og Oyggjarvegin til Havnar, har hildið verður fram á Gomlurætt, har súkklararnir venda og fara aftur til Havnar og síðani eftir Ringvegnum úti við Strond og niðan ímóti Vaglinum. Startur er klokkan 14, og sigurshald verður væntandi klokkan 18.